Buglan elvir til nógvar seinkingar

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways fekk eina buglu á flogvøllinum í Vágum í morgun. Tað ber við sær, at flogfarið er tikið úr flúgving, og at broytingar og avlýsingar verða í flogferðsluni í morgin 15. februar.

 

RC430 til Bergen er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað til Norra umvegis Keypmannahavn við RC450 við fráferð kl. 08:40.

 

RC431 úr Bergen er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað úr Bergen til Vágar umvegis Keypmannahavn

 

RC401 til Keflavíkar er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað til RC1401 16.februar fráferð kl. 17:00 

 

RC402 úr Keflavík er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað til RC1402 16.februar fráferð kl. 14:55.

 

Frá Atlantsflogi verður sagt, at øll ferðafólk verða uppringd av starvsfólki hjá Atlantic Airways og kunnað, hvussu tey eru umbókað.