Bugatti Veyron EB 16.4 er ein av heimsins skjótastu bilum. Hann hevur 1.200 hestakreftir, og toppferðin er yvir 400 km/t.
Bugatti er eitt gamalt franskt bilmerki, ið er kent frá ymiskum kappkoyringum fyrra partin av síðstu øld. Eisini eru teir kendir fyri flott design.
VW-konsernin eigur Bugatti í dag, og teir settu sær sum mál at gera ein av heimsins skjótastu bilum. Motorurin hevur 16 sylindarar og koyrir frá 0-100 km/t upp á 2,6 sekund. Talan er um ein 8,0 litra V16 motor, ventilarnir eru 64 í tali, og ikki minni enn fýra turboløðarar eru til taks.
Tað er ikki bara at koma upp í ferð, bilurin skal eisini kunna steðga aftur. Hetta setur stór krøv til bremsurnar. Bremsuskipanin er tann mest framkomna innan altjóða motorsportin. Ventileraðu karbon- bremsuskivurnar hava 8 stempul hvør, og tær kølast sera skjótt av. Samstundis hjálpir spoilarin aftan til við at bremsa bilinum.
Pláss er einans til tvey fólk í bilinum, sum í dýrastu útgávuni kostar umleið 45 milliónir krónur í Danmark.