Bugatti verksmiðjan varð sett á stovn av Ettore Bugatti, sum var italienari. Bugatti vórðu skjótt kendir fyri sínar eksklusivu og sportligu bilar við stórum motorum. Bugatti verksmiðjan framleiddi bilar til síðst í 50-unum, tá hon kom í fíggjarligar trupulleikar og mátti gevast við framleiðsluni av bilum. Í 1998 keypti VW-konsernin rættindini til framleiðslu av Bugatti, og í 2005 kom tann kendi “ekstremi” sportbilurin Bugatti Veyron EB 16.4 við yvir 1000 hestakreftum og eini toppferð upp á 407 km/t á marknaðin. Í sambandi við 100 ára stovningardagin eru nakrir sergjørdir Bugatti Veyron í heilt serligum litum framleiddir.










