Buffon til sølu

Gianluigi Buffon telist millum bestu málmenn í heiminum, og hann er til sølu, um boðið er nóg stórt. Tað sigur í øllum førum Buffon sjálvur. - Eg eri ein fótbóltsspælari, og eg veit, at fótbóltsfeløg eru forrætningar, so um eitt felag bjóðaði eina stóra upphædd fyri meg, so hevði eg verði seldur, sigur Buffon við italskar miðlar.