Buffon spælir til 2018

Italski landsliðsmálverjin hevur í fleiri ár verið mettur sum ein tann besti í heiminum. Og sambært Gianluigi Buffon sjálvum, so vil hann halda sær á toppinum í nógv ár afturat. Í øllum førum sigur hann nú, at eitt av hansara málum er, at hann eisini vil verja italska málið í HM-kappingini í 2018. Megnar hann tað, so ger hann eisini Dino Zoff kynstrið eftir. Zoff var í nógv ár trúfastur móti Juventus, har Buffon spælir, og hann var 40 ára gamal, tá hann var við til at vinna HM í 1982. Og hagtølini siga, at Italia er við í HM-finaluni hvørt 12. ár, so ætlanin hjá Buffon tykist ikki ógjørlig.