Ein av teimum minniligastu Champions League dystunum í nýggjari tíð. Tað var kenslan sum tey flestu sótu eftir við, eftir seinnu fjórðingsfinaluna millum Real Madrid og Juventus í kvøld.
Fyrra uppgerðin, sum var spæld fyri viku síðani, var endað 0-3 til Real Madrid í Torino, og tí vóru tað fá, ið góvu Juventus nakran sum helst møguleika fyri at spæla seg víðari í kappingini til dystin í kvøld. Men tey fóru øll so dyggiliga skeiv.
Juventus var einaráðandi á Bernabeu leikvøllinum í kvøld, og vóru so nær við at spæla seg víðari, sum man yvirhøvur kann tað. Juventus kom bæði á odda 1-0, 2-0 og 3-0, og vóru bert sekundir frá at tryggja sær longda leiktíð í uppgerðini. Inntil dómarin tók eina avgerð, ið gjørdist ógvuliga umstrídd.
Tá yvir 92 minuttir vóru leiktir av dystinum, dømdi enski dómarin, Michael Oliver, nevniliga brotsspark til Real Madrid, sum Juventus leikararnir vóru púra frá sær sjálvum um. Hjá royndasta Juventus leikaranum yvirhøvur, Gianluigi Buffon, fleyt bikarið so nógv yvir, at hann fekk beinleiðis reytt kort í støðuni.
Cristiano Ronaldo varð settur at skjóta umstrídda brotssparkið, og heimsins besti fótbóltsspælari, sendi tað við stórum sjálvsáliti í netið. Tí sendi hann Real Madrid víðari í hálvfinaluna av kappingini, meðan Gianluigi Buffon reyk út úr Champions League kappingini við einum reyðum korti. Talan var helst um seinasta dystin hjá Gianluigi Buffon í Champions League nakrantíð.
Í hinari hálvfinaluni spældi Bayern Munchen seg víðari. Tann dysturin endaði 0-0, men Bayern Munchen spældi seg víðari við samanlagdum 2-1 sigri.
Tí eru tað altso Liverpool, AS Roma, Real Madrid og Bayern Munchen, sum eru tey fýra seinastu liðini í Champions League kappingini.
Real Madrid - Juventus 1-3 (Real Madrid víðari við samlaðum 4-3 sigri)
Bayern Munchen - Sevilla 0-0 (Bayern Munchen víðari við samlaðum 2-1 sigri)









