Buffon ræðist ikki Føroyar

Italski landsliðsmálverjin, Gianluigi Buffon, roknar við, at Italia má arbeiða hart fyri at sleppa til EM-endaspælið. Tað er tó ikki orsakað av dystunum móti Føroyum, at málverjin sigur so. – Estland og Føroyar skuldu verið yvirkomulig hjá okkum, men talan verður um tættar dystir móti Serbia, Slovenia og kanska eisini Norðurírlandi, sigur málverjin. Buffon gleðir seg annars serliga nógv til dystirnar móti Norðurírlandi. Hetta tí fyrsti landsdystur hansara yvirhøvur var ímóti júst Norðurírlandi.