Buffon nærkast arvafíggindanum

Gianluigi Buffon hevur leingi verið spáddur úr sínum felagi, Juventus. Italska blaðið, Il Corriere dello Sport, skrivar í dag, at Buffon hevur fingið loyvi at fara úr Juventus í summar, og AC Milan er klárt at leggja 250 mió. kr. á borðið fyri italska landsliðsmálverjan. Umframt tær 250 milliónirnar, vil Juventus eisini hava eykamálverjan hjá AC Milan, Christian Abbiati.

 

Gianluigi Buffon, sum ikki byrjaði at spæla sum málverji fyrr enn hann var 14 ára gamal, hevur leikt við Juventus síðan 2001.