Buffon kanska til Premier League

Hóast øll eygu nú eru vend móti HM, so eru italiumenn framvegis í ferð við at kanna stóru gøluna, sum kom undan kavi stutt fyri HM.
Í ringasta føri, so kann hendan merkja, at Juventus verður tvangsglutt eina deild niður, og tað vilja spælararnir í stjørnusetta hópinum ikki finna seg í. Tí ljóðar nú, at fleiri av stjørnunum í løtuni kanna, hvørt tað er gjørligt at fáa sáttmála aðrastaðni. Eitt nú sigst Arsenal liggja framvið eftir Gianlugi Buffon, sum av mongum verður mettur sum heimsins besti málverji. Juventus rindaði í síni tíð 350 mió kr. fyri málverjan, men roknað verður við, at Arsenal kann keypa spælaran fyri 220 mió kr.