Buffon bjargaði Italia bronsu

Tað skuldi brotssparkskapping til fyri at finna bronsuvinnaran í Confederations Cup. Støðan var 2-2 eftir vanliga og longda leiktíð. Gianluigi Buffon var hetjan fyri Italia í brotssparkskappingini og bjargaði trimum brotsspørkum.

 

David Astori legði Italia á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá bólturin datt fyri føturnar á honum á sjálvar málstrikuni, eftir at fríspark endaði stongin og rakti málverjan. Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik javnaði Edinson Cavani, tá úr vinstru sendi bótin í handari síðu hjá málveranum.

 

Síðani komu tvey flott frísparksmál. Fyrst legði Alessandro Diamanti Italia á odda 2-1, men bara løtu seinni javnaði Edinson Cavani eisini við beinleiðis frísparki. Einki mál kom afturat og so endaði tað við brotssparkskapping, sum Italia vann.

 

Finalan verður í kvøld klokkan 23.00. Hon verður millum annað víst á TV2.

 

Confederations Cup - bronsudystur:

Uruguay – Italia 2-2(0-1) 2-3 eftir brotssparkskapping

0-1 David Astori, 24

1-1 Edinson Cavani, 58

1-2 Alessandro Diamanti, 73

2-2 Edinson Cavani, 78

 

Brotssparkskapping:

1. Uruguay(Forlan): Skjýtur mitt á Buffon (0-0)

2. Italia(Aquilani): Trygt upp í høgra málhorn (0-1)

3. Uruguay(Cavani): Lágt til høgru, Buffon skeivan veg (1-1)

4. Italia(El Shaarawy): Til vinstru, málverjin skeivan veg (1-2)

5. Uruguay(Suarez): Til høgru, Buffon skeivan veg (2-2)

6. Italia(De Sciglio): Til vinstru, men Muslera bjargar (2-2)

7. Uruguay(Caceres): Til høgru, illa sparkað. Buffon bjargar (2-2)

8. Italia(Giaccherini): Til høgru, lágt. Muslera skeivan veg (2-3)

9. Uruguay(Gargano): Buffon bjargar aftur – Italia vunnið bronsu (2-3)

 

Uruguay: (4-3-3)

Muslera - Lugano, Godin, Pereira (Pereira - 81' ), Caceres - Gargano, Rodriguez (Gonzalez - 56' ), Arevalo (Perez - 106' ) - Suarez, Forlan, Cavani

 

Italia: (4-3-3)

Buffon - Maggio, Chiellini, Astori (Bonucci - 96' ), De Sciglio - Candreva, De Rossi (Aquilani - 70' ), Montolivo - Diamanti (Giaccherini - 82' ), Gilardino, El Shaarawy