Tá Svøríki ógvuliga óvæntað í november í fjør, vann teir báðar play-off dystirnar móti Italia, soleiðis at Svøríki heldur slapp til HM í Russlandi enn Italia, boðaði italska málmanslegendan, Gianluigi Buffon frá, at hann gavst á italska landsliðnum.
Men hóast tí útmeldingina, er Gianlugi Buffon nú aftur á italska landsliðnum, sum komandi dagarnar skal spæla landsdyst ímóti Onglandi og Argentina. Og sambært einari samrøðu við ein italskan miðil, er orsøkin ein heilt serlig. Gianluigi Buffon vil spæla ein landsdyst fyri fyrrverandi landsliðsleikaranum Davide Astori, ið doyði fyri tveimum vikum síðani.
- Eg eri ein ábyrgdarfullur persónur. Eg haldi at tað í sjálvum sær lýsir væl, hví eg eri her aftur. Eg havi altíð duga væl at verið bindilið í hópinum hjá okkum, og eftir at Davide Astori nýliga doyði, kenni eg tað sum eina serliga ábyrgd at vera við til hesar báðar dystirnar, sigur Gianluigi Buffon.
Gianluigi Buffon er tann italski fótbóltsspælarin, sum hevur spælt mest landsdystir fyri landsliðið nakrantíð. Gianluigi Buffon er higartil skrásettur fyri 175 dystir á italska landsliðnum, og helst verður tað talið hægri um eina viku.