Búði yvir av hópdrápsmanni

- Eg kenni meg ikki heilt tryggan aftan á skottilburðin, sigur Thomas L. Giehm úr Hoyvík, sum býr á somu gøtu sum hópsdrápsmaðurin, ið fríggjadagin drap seks fólk í Santa Barbara

- Tað er løgið at hugsað sær, at eg havi búð yvirav einum hópdrápsmanni.

 

 

Soleiðis sigur 20 ára gamli Thomas Lambaa Giehm úr Hoyvík, sum í løtuni lesur á universitetinum í Santa Barbara.

 

 

Fríggjakvøldið drap ein 22 ára gamal amerikanari seks fólk í býnum Santa Barbara í California.

 

 

Á somu gøtu, har hópdrápsmaðurin, sum nú er deyður, búði, býr føroyski Thomas Lambaa Giehm.

 

 

 

Tilburðurin hevur sett ein hvøkk í íbúgvararnar í Santa Barbara og ikki minst Thomas Lambaa Giehm.

 

 

- Eg havi ofta sæð tann svarta bilin, sum nú er at síggja í øllum miðlum, og eg havi ivaleyst eisini fleiri ferðir sæð hópdrápsmannin. Hann búði jú beint yvir av mær, sigur Thomas L. Giehm.

 

 

Les eisini: Helt sonurin var deyður

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Thomas L. Giehm greiða frá.