Í einum ummæli frá DrownedInSound fjølmiðlamanninum Chris Beanland, verður føroyski bólkurin Budam rakkaður niður í sand og øsku. Í ummælinum byrjar Chris við at greiða frá tí ørðvísa tónleika tiltakinum ?Trans Musicales 2008?, ið var hildið í Fraklandi, og har nógvir bólkar luttøku, m.a. Budam.
Í sínum ummæli skriva Beanland, at øllum ið dámar slíkan tónleik hevði væntandi havt eitt sera gott tónleika upplivilsi - tó undantikið Budam framførsluna.
Hann greiður frá, at framførslan í síni heild var út av lagið vánalig, og at Budam var einasti bólkur, ið ikki var til frama fyri tiltakinum.
Men Beanland er ikki bara neiligur í sínum ummæli. Hann sigur at til frama fyri føroyingar, hava vit nakrar góðar tónleikarar, ið eru sprotnir úr Føroyum, og sum føroyingar kunnu verða errin av. Hann sigur at t.d. Teitur hevur gjørt so framúrskarandi tónleik, at tað kann viga upp ímóti tí vánaliga tónleikinum, ið hann og túsundtals onnur, vóru noydd at hoyra á ?Trans Musicales 2008?.