Har vera ikki færri enn tíggju tónleikarar á palli í senn. Teir vera, umframt Budam sjálvan, Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvu, Mikael Blak, Kim Hansen, Nikolas Kapnas, Ólavur Olsen, Heini Ragnarson, Ása Wraae Olsen og Margreta á Rógvu. Fyri kortum spældi Budam á Spot festivalinum í Danmark, og her gav Gaffa honum fimm út av seks møguligum stjørnum fyri framførsluna á festivalinum. Budam spældi annars á bæði Asfalt og G! Festivalinum í fjør.