Budam og Tjant í Tøting

Leygarkvøldið 11. juni í Tøting í Syðrugøtu fara bólkarnir Budam og Tjant koma at hugtaka áhoyraran við teirra sterka, hjartanemandi og stundum freka tónleiki. Hetta boðar frá eini tónleikauppliving av teimun heilt stóru, boða fyrireikararnir frá.

 

Tjant er ein tónleikaverkætlan, ið tónleikarin og tónaskaldið Heðin Ziska Davidsen stendur fyri. Røtur og trø er nýggjasta útgávan hjá bólkinum Tjant. Stórsti parturin av tónleikinum er instrumentalur, sum tónleikurin hjá Tjant altíð hevur verið, men á Røtur og Trø, eru tó røddir á nøkrum løgum, har Greta Svabo Bech og Búi Dam hava lagt rødd til.

 

- Tjant hevur fleiri ferðir áður spælt í Tøting, og hava konsertirnar hvørjaferð verið ímillum tær bestu ið vit hava uppliva her, skrivar Tónleikasamtakið Grót.

 

Manningin í Tjant er:

Heðin Ziska Davidsen - Gittar og alt møguligt annað

Mikael Blak - Bass, og kanska okkurt afturat

Brandur Jacobsen - Ásláttur

Per I. Højgaard Petersen - Ásláttur og tílíkt

 

Budam er ein av Føroya bestu konsertbólkum, ið veruliga kann fáa áhoyraran at rópa, gráta, flenna ella at sveima á skíggjum.

- Tónleikaliga støði er høgt, huglagið er lætt og sterkt, sangteksturin og framførslan er oftast frek, stuttlig og hugtakandi, við færri orðum er BUDAM AKA Búi Dam, In your face, skrivar Grót.

 

Tvær útgávur hava Budam latið úr hondum, Stories of Devils, Angels, Lovers and Murderers frá 2007, har løgini Snake Charmer, Clap Hands og The Yoni serliga vóru sermerkt og fluttu mørk. Í 2011 kom seinna útgávan "Man", har ímillum annað løgini The Fly, The Bicycle og You Are My Religion vóru á.

-  Útgávan "Man" var annars ein framúr tónleikalig eind í heimsflokki, úr enda í annan. Ikki hevur Budam spælt serliga ofta seinastu árini, tí gleðast vit í Tónleikasamtakinum Grót serliga nógv um, at tað hevur eydnast okkum at fáa bólkin at spæla í Tøting, siga fyriskipararnir.

 

Manningin í Budam verður:

Búi Dam - Sang

Dánjal Á Neystabø - Klaver

Per I. H. Petersen - Trummur