Budam og Mugison í Vega

Leygardagin 17. november fer Budam á pallin saman Mugison í Vega. Seinasti árini hevur Mugison gjørt nógv um seg á danska og altjóða tónleikarpallinum við elektriskum tónleikastíli. Við sínum singer/songwriter-stíli blandar hann rokk og elektronik. Mugison hevur m.a. spælt á Lille Vega í Keypmannahavn og á Roskilde festivalinum, har hann fekk fimm út av seks stjørnum frá Soundvenue. Live sigst hann at vera avbera góður. Á ein heilt serligan hátt røkkur hann áskoðararnar og gevur teimum eina heilt serliga upplivan.

 

Við Mugison og Budam er lagt upp til eitt sera spennandi kvøld í Keypmannahavn.

 

Atgongumerkini kosta 150 kr. í forsølu og 170 kr. við dyrnar.