Fríggjadagin 28. januar verður stór listarlig teaturkonsert í Norðurlandahúsinum. Teaturkonsertin varð sýnd í Fraklandi síðsta heyst, har hon fekk framúr góð ummæli. Nú verður høvið hjá føroyingum at síggja framførðsluna í Norðurlandahúsinum, har áhoyrarin fær eitt heilt serstakt upplivilsi, tá tónleikur, dansur, sjónleikur og pallseting eru karmur um útgávurkonsertina av fløguni MAN hjá Budam.
Saman við Rógva á Rógvi, Magnusi Johannessen, Ásu Wraae, Jens L. Thomsen og Kristinu O. Sørensen fer Búi Dam at leiða áskoðaran ígjøgnum eina ferð í lívi menniskjans (MAN), har hann setur stórar spurningar, ið eingin okkara kann svara. Teaterkonsertin er bygd á tónleikin á nýggju fløguni, og er hetta útgávukonsert av nýggju MAN fløguni hjá Budam.
Sámal Blak, sceneografur, stendur fyri pallmyndini, ið David Geyti hevur sett upp. Pallmyndin er eisini eitt listarverk í sjálvum sær.