Fyri nøkrum árum síðan var Budam millum mest spennandi nøvnini á føroyska tónleikapallinum, har hann vakti stóran ans bæði heima og úti við sínum inniligu og sterku framførslum. Men síðan hevur verið stilt rundan um hann, men nú fer hann aftur at framføra.
Budam spælir søgur, og hesar hava millum annað verið lýstar sum at hoyra sjónleik. Budam hevur tríggjar útgávur aftanfyri seg, ið eita “Stories of Devils, Angels, Murderers and Lovers”, “Man” og “Aftan á undrið”.
BUDAM er umframt oddamannin Búa Dam, ið syngur og spælir gittar, Magnus Johannessen á harmoniku, Brandur Jacobsen á trummum.
Konsertin verður spæld fríggjakvøldið á Reinsaríinum klokkan 21.









