Sunnudagsskúlarnir í Sandoynni fáa vitjan sunnudagin 13. november, og tað verður ikki hvør sum helst ið kemur á vitjan.
- Vit fegnast um at kunna gera ymiskt til børnini at gleðast um, og tað gera vit eisini hesaferð, nú klovnurin BUBU kemur á vitjan.
Tað siga sunnudagsskúlarnir í Sandoynni í tíðindaskrivi í kvøld.
- BUBU fer við sínum sangum, søgum úr Bíbliuni og við sínum fjasandi lyndi at hugna sær saman við børnum og barnsligum sálum.
Úr Sandoynni verður sagt, at tað verða ikki bara sunnudagsskúlarnir, sum fáa klovnavitjan. Í Skálavík, har sunnudagsskúli ikki er vanliga, leggur BUBU eisini leiðina framvið.
- Vitjað verður fyrst í Skopun, har byrjað verður í kirkjuni klokkan 12. Klokkan 14.30 verður vitjað á Sandi - og klokkan 17 í Skálavík, siga tey í Sandoynni.