BuBu syngur eisini jólasang

Klovnurin BuBu hevur gjørt jólasang og sjónbandalag, ið minnir á hví vit halda jól.

Klovnurin BuBu er vorðin alt kendari milum børn og vaksin, og tað er kanska serstakliga nú í eitt til tvey ár, at hann av álvara hevur ført seg fram sum ein klovn.

 

Umframt at undirhalda á palli, so vita álítandi keldur, at hann javnan er upptikin – í orðsins rætta týdningi – tí hann er í gongd við at taka upp ein film.

 

Men tað nýggjasta er tó, at Bubu syngur ein jólasang og klovnurin hevur eisini gjørt eitt sjónbandalag, ið sæst á youtube.

 

Hóast skemt, so verður mint á veruligu orsøkina til, at vit halda jól:

 

 

Jól jól BuBu jól

 

Eg gleði meg til pakkarnar

Eg veit BuBu veit

størsta gávan, ei undir trænum lá

men givin okkum omanífrá

 

 

Kalt er úti og fjalli hvítt

í gluggum ljósini bleiktra frítt

Mammur stáka og hugna um

í fjálgum stovum børn sita um træið runt

 

Pakkar stórir, pakkar langir

í handlunum standa kassarnir svangir

Alt er res og alt stríð

hava nærum gloymt hví vit halda jól

 

Undir fjósalofti

millum kríatúr

liggur gávan stóra

og fær sær ein lúr

 

 

 

Síggj og hoyr lagið her:

 

http://www.youtube.com/watch?v=7knbNn-Jx0w