BUBU súkklar fyri góðgerandi endamál

Í dag gongur túrurin frá Strondum til Runavíkar og síðan til Leirvíkar.

BUBU fer í dag at súkkla næsta stig á ferðini kring Føroyar, har endamálið er at savna pening til ymisk vælgerandi arbeiði.


Í dag fer BUBU at at súkkla leiðina Strendur - Runavík - Leirvík. Byrjað verður klokkan 16 við Effo-støðina á Strondum, haðan kósin verður sett móti Runavík. Mett verður, at liðið við BUBU og hansara vinum eru frammi í Runavík kl. 17.00. Har verður steðgað á í eina løtu, áðrenn kósin verður sett móti Leirvík, har ferðaliðið væntandi er frammi um 18 tíðina í kvøld.


- Børn og vaksin eru vælkomin at súkkla part av teininum við, men kravið er ein súkkla og hjálmur. Á Strondum kann súkklast inn til omankoyringina á Skála. Og í Runavík, ber til at koma við av EFFO í Saltangará, ella kanska tey smærru frá Hotell Runavík. BUBU og vinir hansara súkkla við rímiliga nógvari fer, og við kapp/rasarsúkklum, skrivar BUBU á facebook-síðu sínari.


Allur peningurin, ið verður latin verkætlanini fer til verkætlanirnar Tú & Eg Ráðgevingin hjá Barnabata, Time Out hjá Sinnisbata og øll hava rætt til góð barnaár hjá Bláa Krossur Føroya.