Bubu hevur nú havt 2 milliónir sýningar

Klovnurin Bubu er væl umtóktur millum børnini, og tað sæst aftur á YouTube rásini hjá klovninum. Nú um dagarnar kom rásin hjá Bubu upp á 2 milliónir sýningar. Tað merkir, at video, sum liggja á rásini, tilsamans eru sædd so ofta av brúkarunum. 

YouTube rásin hjá Bubu byrjaði í mai í 2014, og síðani eru nógv videoløg, søgur og annað lagt á rásina til børn og onnur at hyggja at.

Bubu er í gongd við nýggjar upptøkur, sum fara at síggjast aftur á YouTube rásini hjá honum í summar. Eisini verður Bubu at síggja til nógv tiltøk komandi tíðina.