Bubu hertók Smyril

Tað var rokan í fjørðuni við Smyrli úr Havn til Suðuroyar í gjárkvøldið- og tað verður tað alt vikuskiftið

Tað var rokaligt umborð Smyrli á veg úr Havnini til Suðuroyar í gjárkvøldið.

Hetta vikuskiftið er ókeypis at sigla við Strandferðsluni og tað gera tey rættiliga nógv burturúr umborð á Smyrli.

Í tí sambandi hava tey undirhald til børn og vaksin og góð matartilboð, upplestri og øðrum.

 

Les eisini: Jól umborð á Smyrli

 

Í gjárkvøldið vóru yvir 400 fólk og einir 190 bilar suðurúr Havn við Smyrli og har var tað serliga klovnurin, Bubu, sum gjørdi um seg umborð við sangi, spæli, skemti og skattaleiting.

 

Ein rugva av børnum – og nøkur vaksin- hugnaðu sær óført saman við Bubu, men umframt hann, sungu og spældu eisini Kristina Bærentsen, Evi Tausen, Hallur Joensen og Beddi á ferðini suður.

 

Eisini tað í eftir er av vikuskiftinum verður skipað fyri tiltøkum umborð.