Bubu heldur jóansøku

Bubu er ein klovn, og tað veit hann av, men tað forðar honum ikki í at halda jóansøku í Vági í dag.

Jóansøka er í Vági, og børnini fáa sjálvsagt sín part av undirhaldinum.

 

Umframt hoppiborgir og annað, so er í dag eitt tiltak á skránni, har klovnurin Bubu fer at undirhalda. Hann er veruliga komin fyri seg og m.a. eigur hann óivað minstu súkklu í landinum.

 

Hetta verður í Framtíðini klokkan 16 í dag.

 

Tsð er u13 liðið hjá FC Suðuroy, ið skipar fyri.