Við sangum og søgu roynir Bubu at hugna um, eins og hann greiðir eitt sindur frá um páskirnar, gula páskalitin og vónina í páskaboðskapinum.
Eisini verður varpað ljós á hesar páskirnar, og at tær eru merktar av korona.
Stroymt verður klokkan 16 í dag. Eisini verður páskaløtan løgd á youtube, so børnini kunnu síggja hana umaftur, verður sagt í tíðindaskrivi.