Bubu á ferð í kvøld

Tað er í kvøld, at Klovnurin BUBU fer undir verkætlanina við heitinum BUBU á ferð.

Tað er í kvøld, at Klovnurin BUBU fer undir verkætlanina við heitinum BUBU á ferð, at súkkla verður av Viðareiði til Klaksvíkar, við stuttum steðgi í Hvannasundi.

 

 

Tá ið komi verður til Klaksvíkar, fer BUBU at hava stutta konsert við bátabrúgvarnar, har hann fer at syngja nakrar sangir, og stutt verður greitt frá um verkætlanina, ið hevur til endamáls at savna inn pening til børn ið Føroyum.

 

 

Ágóðin av innsavnaða peninginum, fer í ár til Barnabata, Sinnisbata og Bláa Krossi.

 

 

Súkkla verður av Viðareiði kl. 18.50 og komi verður til Klaksvíkar um 20.00 tíðina,

 

 

Um átakið:

Føroyskt átak, við føroyingum, kring um í Føroyum á súkklu, og við smáum konsertum við føroyskum sangum. Hetta eru eyðkennini fyri nýggjastu verkætlanina hjá Klovninum BUBU, sum saman við fleiri fara at súkkla kring um í Føroyum, fyri at savna inn pening fyri børn í Føroyum.   

 

 

"BUBU fer á ferð” sær dagsins ljós mikukvøldið, 8. aug. undan Summarfestivalinum, tá ið súkklarnir leggja leiðina av Viðareiði til Klaksvíkar, og væntandi koma á bátabrúgvarnar um 20.00 tíðina. Tá ið toymið kemur til Klaksvíkar, fer BUBU at syngja nakrar sangir, og  kunnað verður um verkætlaina, sum í ár verður savnaður peningur inn til, eins og at áhoyrarnir kunnu lata eitt oyra.

 

 

Tað er soleiðis at Klovnurin BUBU hevur í eina tíð hugsa um at gjørt eitt súkklulið, ið súkklar ymsastaðni í Føroyum, og varpar ljós á viðurskifti ið hava við børn og ung at gera, og sum á ein hvønn hátt, kanska ikki fáa nokk rúmd og umrøðu, men sum veruliga hava tørv á bæði umrøðu og fíggjarligum stuðli.

 

 

Í ár fer allur stuðulin, ið latin verður, bæði av kommunum, fyritøkum, stovnum og einstaklingum til hesar verkætlanirnar:

 

 

Barnabati - Tú & Eg Ráðgevingin Sinnisbati - Time Out Blái Krossur - Øll hava rætt til góð barnaár Eyðkennini fyri nøkur av hesum áhugafeløgum og felagsskapum er, at almennur stuðul ofta verður veittur tá ið skaðin er hendur, ella fólk eru komin í svárar avbjóðingar. Við teimum verkætlanum, BUBU og vinir fara at savna inn til nú, ber til hjá hesum felagsskapum og áhugafeløgum at møta trupuleikanum tíðliga, og vónandi kunna hjálpa áðrenn skaðin er ov umfatandi ella ger ov nógv um seg, so at øll børn í Føroyum, kunnu fáa trygg og góð barnaár, merkt av umsorgan, gleði og stuttleika.

 

Peningur kann flytast á konto í Suðuroyar Sparikassa:

Kontonavn: BUBU á ferð - hjálp til børn í fo Kontonr.:     9870 - 300 655 8