Í sambandi við nógvu skrivingina í bløðunum um, at manningarnar á Ternuni og arbeiðsfólkið í tunlinum ikki vórðu bodnar við til borðhaldið á Giljanesi týskvøldið sigur stjórin í Vágatunlinum, David Reinert Hansen, at manningarnar á ferjunum vórðu bodnar við men tær vildu heldur vera saman við teimum, sum hava ferðast fast um sundið. Hvat arbeiðsfólkinum viðvíkur sigur hann, at skulu tey bjóðast við, so hevði verið neyðugt at tikið tey øll við, og tað vóru tað ikki umstøður til. David Reinert Hansen sigur annars, at tá skotið varð ígjøgnum í tunlinum vórðu øll arbeiðsfólkini boðin við til borðhaldið.