Nú er møguleiki at síggja einrøðuleikin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” á Eiði mikukvøldið 27.apríl og í Kvívík hóskvøldið 28.apríl. Bæði kvøldini kl 20.
Áskoðarin verður boðin við inn í eitt ókent landslag, har ein skuldi trúð, at allar brýr vóru brendar, har bara illgras vaks, men so er ikki. Og heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur...
Ikki seld atg.m. kunnu keypast við dyrnar frá kl 1930.
Ria Tórgarð hevur skrivað leikin, leikstjórna og pallsett.
Tónleik og ljóðmynd Edvard Nyholm Debess.
Hugskot, yrkingar og frásøgn Jógvan Andrias Joensen.
Leikurin lýsir eitt tíðarskeið, tá føroysk børn vóru send á donsk sjúkrahús og stovnar, meðan foreldur teirra vóru eftir í Føroyum.