Brynjolvur til B68

Vongverjin, sum seinastu árini hevur verið fastur maður á NSÍ liðnum, fer næsta kappingarár út á Toftir at spæla

SPÆLARAFLYTING

Hóskvøldið skrivaðu B68 og Brynjolvur Nielsen undir sáttmála fyri næsta kappingarár. Tað veit heimasíðan hjá B68, b68.fo, at siga.
Brynjolvur Nielsen, sum verður 22 ár 8. januar, er fótbóltsliga uppaldur í NSÍ, og har hevur hann spælt alla sína tíð. Hann hevur verið við í kappingini um plássini á besta liðnum, síðani hann var so mikið gamalur, at hann hevði loyvi at spæla saman við teimum vaksnu, og tey bæði seinastu árini hevur hann verið fastur maður á liðnum.
Brynjolvur hevur spælt á U?17 og U?19 landsliðnum. Hann hevur tey seinastu árini fyri tað mesta verið á vongverjanum í høgru, men í yngru deildunum var hann ofta á miðvøllinum.
Tey seinnu árini hevur tað ofta verið rættuliga tætt, tá ið B68 og NSÍ hava tykist á vøllinum. Nú stendur 1?1 í spælaraflytingum síðani síðsta kappingarár. Týsdagin endurgóvu vit frá NSÍ heimasíðuni, nsi.fo, at Dánial Hansen, sum síðsta kappingarár var á Toftum, nú hevur skrivað sáttmála við NSÍ. Og nú er ein spælari farin út um aftur Høganes.
Formaðurin í Tofta Ítróttarfelag, Niclas Davidsen, segði í Sosialinum hósdagin, at bulurin á liðnum hjá B68 fer at vera umleið tann sami næsta ár, sum hann var seinasta kappingarár. Hann segði eisini, at tað verður arbeitt við at fáa nýggjar spælarar til felagið, sum umframt Dánial Hansen eisini hevur mist Jann Inga Petersen. B68 formaðurin visti at siga, at teir hava samband bæði við spælarar innanlands og uttanlands. Nú er fyrsti føroyski spælarin komin til B68.
Dánial Hansen var ofta vongverji í høgru síðsta kappingarár, og nú hevur B68 gjørt sáttmála við spælaran, sum tey seinastu árini hevur røkt hesa somu ódnina hjá innanmonnum, sum tað plagar at verða tikið til á Toftum.