Føroyski tónleikarin Brynjolfur á Heygum hevur seinastu árini verið við at mynda tónleikalívið í danska høvuðsstaðnum, og tað sæst millum annað á savnsútgávu, sum nú kemur á marknaðin. Supreme Sound of Copenhagen rópast útgávan, ið er boks við tíggju vinylplátum.
Tað er lagið Tune hjá Brynjolfi, sum hevur fingið pláss á einum av plátunum. Harumframt er eitt remix, sum hann hevur gjørt av Spleen United, Dominator (Brynjolfur Percussion Instrumental Remix), eisini við á úgávusavninum.
Kenda útvarpskvinnan og diskarin Le Gammeltoft, sum hevur verið partur av verkætlanini, sigur í samband við útgávuna, at hon er ógvuliga errin um, at tað loksins eydnaðist teimum at fáa boksina, sum hevur verið ávegis í hálvtannað ár, á marknaðin.
Supreme Sound of Copenhagen er ein sonevnd limited edition útgáva, sum merkir, at boksin er framleidd í avmarkaðari nøgd. Í hesum førinum bara 500 eintøk, har eitt sett av Skullcandy Navigator oyrabúffum eisini er við.
Les meira her: www.makalay.dk/sound-of-copenhagen-3494.html










