Brynjolfur spentur til 2014

Brynjolfur hevur seinastu árini gjørt vart við seg innan DJ pallin í Keypmannahavn, í samrøðu við studiestrasse.com, tosar Brynjolfur m.a. um 2014.

 

Brynjolfur hevur seinastu árini gjørt vart við seg innan DJ pallin í Keypmannahavn, í samrøðu við studiestrasse.com, tosar Brynjolfur m.a. um 2014.

Brynjolfur lat fyrr í ár úr hondum lagið “I love you” til download. Hann gjørdi eisini eitt videolag til hetta lag. Videolagið sæst omanfyri.

Men í 2014 kemur ein EP, ið Brynjolfur er spentur um, og sum verður givin út á plátufelagnum Eskimo Recordings.

Brynjolfur avdúkar eisini, at hann hevur nógvar framførslur á skránni komandi ár. M.a. fer hann út at spæla saman við einum trummara og gittarleikara, umframt sjálvandi DJ framførslunar.

At spæla við bólki er ikki ókent fyri Brynjolf, ið var ein av berandi kreftunum í elektroniska bólkinum Side Effect, umframt, at hann eisini spældi í MC-Hár.