Brynja seg til útlendska marknaðin

Føroya Banki boðar í morgun frá, at teir ætla at leggja eitt uppskot um navnabroyting fyri aðalfundin, sum verður lættari hjá útlendsku kundunum at fáast við

Meira enn 100 ára gamla Føroya Banka navnið fer nú í søguna.
Leiðslan í bankanum fer á aðalfundinum at skjóta upp, at bankin skiftir navn frá Føroya Banka til BankNordik – stavað við norðurlendskari stavseting.
- Tað hevur víst seg, at vit hava rent okkum inn í eitt sindur av einum trupulleika við Føroya Banka navninum uttanlands. Kundar okkara í hinum norðanlondunum hava ein ávísan trupulleika at sameina seg við navnið, og tí hava vit gjørt av at skjóta upp fyri aðalfundinum, at vit broyta navið til BankNordik – ella bara Nordik í dagligari talu, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Frá at hava verið ein føroyskur peningastovnur við eini meiri enn 100 ára gamlari søgu hevur bankin nú samsvarandi altjóða strategi bankans ment seg til at vera ein norðurlendskur fíggingarstovnur. Í februar mánaði keypti bankin 12 deildir í Danmark og Grønlandi frá danska Sparbank, og í fjør keypti bankin eitt íslendskt tryggingarfelag. Sostatt er ein týðandi partur av samlaða virksemi bankans nú uttan fyri Føroyar.
Í tíðindaskrivi sigur bankin, at deild bankans í Keypmannahavn hevur seinastu árini virkað undir navninum Føroya Bank. Royndir og kanningar hava víst, at fleiri av viðskiftafólkunum hava kent seg fremmand við hetta navn. Viðskiftafólkini og starvsfólkini í nýkeyptu deildunum í Danmark og Grønlandi hava tikið sera væl ímóti nýggja eigaranum, men eisini her hevur ein ávís óvissa verið staðfest viðvíkjandi verandi navni bankans.

Altjóðagerð
Økta virksemi bankans uttanlands er beinleiðis orsøkin til, at avgerð nú er tikin í leiðsluni at broyta navnið til BankNordik.
- Frá at hava verið ein føroyskur banki burturav, eru nú 55.000 av kundum bankans uttan fyri Føroyar, meðan vit hava 25.000 kundar her heima. Tað er fyrst og fremst fyri útlendsku kundarnar skuld, at vit nú skjóta upp at broyta navnið á bankanum til BankNordik, sigur Janus Petersen.
Hann viðgongur, at tað kann liggja ein ávísur vandi í at strika Føroya Banka navnið, og tað var eisini uppi av venda, at varðveita gamla navnið í Føroyum.
- Tað er ein vandi í, at føroyingar fara at hava ilt við at venja seg við nýggja navnið, men tað varð hildið at verða ov tvørligt at bankin hevði fleiri nøvn. So vónandi fara eisini føroyingar skjótt at venja seg við BankNordik, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at sermerki bankans og vælvirkandi grafiski samleikin verða ikki broytt.
At seta navnabroytingina í verk krevur eina broyting av viðtøkum bankans. Uppskot nevndarinnar um navnabroyting verður tískil lagt fram á ársaðalfundi bankans til støðutakan. Ársaðalfundur bankans verður mánadagin tann 29. mars 2010 á Hotel Føroyum.
Neyðugt er sjálvandi, at aðalfundurin góðkennir eina navnabroyting, men tað er neyvan orsøk at halda, at fundurin fer at ganga ímóti tilmælinum frá nevndini.