Brynja seg til harðan dyst

- Tá ið samráðingar verða við reiðararnar í heyst, fara fiskimenn at krevja, at hýruprosentið verður munandi hækkað Fiskimenn skulu nú hava munandi meiri í inntøkum.

Tað verður eitt treytaleyst krav frá Fiskimannafelagnum, tá ið samráðingar verða aftur við reiðararnar í heyst.

Sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið gongur út 30. november í ár.

Sjálvandi fara allir partar at gera sítt ítarsta fyri at finna eina semju, tí endar tað við at skipini verða løgd, verður tað samfelagnum til stóran skaða, sigur hann.

- Í nítiárunum lækkaðu hýruprosentini hjá manningunum á fleiri skipabólkum nógv.

Hann vísir á, at hýruprosentið hjá manningunum á nótabátunum er nógv lækkað og tað sama gjørdi prosentið hjá manningunum við línuskipum.

Men hesar lækkingarnar komu ongantíð upp á hýruprosentini aftur og sostatt eru fiskimenn rættiliga nógv afturúrsigldir og hýruprosentini eru av tí sama nógv lægri, enn tey eiga at vera.

Jan Højgaard sigur, at sostatt hava fiskimenn á hendan hátt givið reiðarunum eina gávu upp á hundraðtals milliónir, kanska milliardir og tað er ikki nógv galið, at vit í veruleikanum hava goldið ein stóran part av flotanum.

- Og nú er stundin komin til at fiskimenn fáa hetta aftur, leggur hann afturat.

Hann góðtekur ikki eina frágreiðing um, at skipini eu so dýr, at ráðini eru ikki til at hækka hýrurnar.

-Reiðarar skulu billa sær inn, at teir kunnu keypa dýr skip og vænta, at teir kunnu fara til fiskimenn við rokningini. Teir skulu ikki keypa skipini dýrari enn so, enn at teir hava ráð til at lata eina góða hýru til manningina