Brynja norðurlendska samstarvið til broytta veruleikan

Tað er neyðugt at brynja norðurlendska samstarvið til ein heim, sum í løtuni stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum.

Tað heldur løgmaður, sum komandi dagarnar fer at viðgera ymisk mál á árliga summarfundinum saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðararunum.

 

Umframt stjórnarleiðararnar í teimum átta norðurlondunum, er Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini boðin við á summarfundin í ár.

Norðurlond hava ein søguliga sterkan politiskan, búskaparligan og mentanarligan felagsskap. Okkara samfeløg byggja grundleggjandi á somu virði, og av somu orsøk hava vit tað lættari at tosa okkum til sættis um felags loysnir. Avbjóðingarnar eru nógvar og torgreiddar, men vit hava góðar fortreytir at loysa tær í felag. Tað er uttan mun til, um vit tosa um útbúgving, arbeiðsmarknað ella vælferð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Millum málini, ið eru á skrá á summarfundinum eru umhvørvi, orka og veðurlagsavbjóðingar. Spenta støðan í bæði Ukraina og Russlandi fer óivað eisini at fylla nógv komandi dagarnar.

 

Summarfundurin hjá norðurlendsku stjórnarleiðararunum verður í ár hildin á Vestmannaoyggjum í Íslandi.

 

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir er:

 

Áland: Veronica Thörnroos

 

Danmark: Mette Frederiksen

 

Finnland: Antti Petteri Orpo

 

Føroyar: Aksel V. Johannesen

 

Grønland: Muté B. Egede

 

Ísland: Katrín Jakobsdóttir

 

Noreg: Jonas Gahr Støre

 

Svøríki: Ulf Kristersson