TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Brynju Høj hjá Neistanum, sum bert fekk tað eina málið í meskarnar hjá Kyndli, tá neistakvinnur taptu 22-26 (10-12) í tí fyrru/fyrstu FM-finaluni, sum var leikt í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld.
- Eg eri ógvuliga vónbrotin, staðfestir Brynja Høj. Hon ásannar, at Neistin rakti ikki dagin: - Men nú klára vit so ikki at avgera tað uppá tveir dystir, staðfestir Brynja, og letur samstundis ongan iva verða um, at hon og liðfelagarnir ætla sær framvegis FM-heitið.
Brynja Høj er eisini vónbrotin av, at hon og liðfelagarnir skutu ov illa, og tað er nakað, sum avgjørt má arbeiðast við til aðru FM-finaluna, sum verður spæld leygardagin.