Jútland er eitt paradís fyri føroyingar, verður ofta haft á munni. Hetta ásannar Brynjálvur Nordendal, sum 1. oktober 2006 flutti av Fjóni til Bindslev, nærhendis Hirtshals, at reka eitt bakarí.
Tá vit á Sosialinum í seinastu viku vitjaðu í Hirtsalsøkinum, koyrdu vit til lítlu bygdina Bindslev, tí vit høvdu hoyrt, at ein føroyskur bakari helt til í bygdini.
Í hitanum hendan fagra sunnudagin - hitin var umleið 20 stig - var ikki nógv fólk í gongugøtuni í Bindslev. Orsøkin var tann, at handlarnir høvdu ikki opið sunnudag, men Sundbæks Bageri hevði opið.
Vit løgdu beinanvegin merki til bakaríið Sundbæks Bageri, sum liggur í byrjanini av gongugøtuni og ikki minni stóra úrvalið av fløtakøkum og breyði, sum stóð í handilsvindeygunum.
Prát í bakgarðinum
So skjótt, vit høvdu sett fótin inn um, fór hurðaklokkan at ”kima”, og skjótt kom ein fryntlig kvinna í handlin. ”God dag” segði hon, og hevði líka sum hug at halda fram á donskum, men skjótt fingu vit boða frá, at vit vóru frá Sosialinum og ynsktu at tosa við eigarnar.
Kom við út í bakgarðin, vit sita øll trý aftan fyri og sóla okkum, tað er so friðarligt ein sunnudag sum hendan, segði hon við einum smíli, vit takkaðu fyri og fylgdu eftir út í bakgarðin.
Í bakgarðinum fór henda fyntliga konan nú at borðreiða við kaffi og fløtakøkum, frá Sundbæks Bageri sjálvandi. Stutta løtu seinni kemur maður hennara Bryjálvur Nordendal, sum saman við konuni Jette og Tom beiggja Brynjálvi settu sær fyri at leiga bakariíið í Bindslev. Teirra vón var sjálvandi, at kunna selja breyð og køkur til føroyingar og onnur í Hirtshalsøkinum, og tey lata bara heilt val at.
Funnu bakarí í Bindeslev
Brynjálvur og konan Jette hava seinastu árini búð á Fjóni. Brynjálvur hevur starvast hjá kendu chips fyritøkini KIM`s, har hann mest fekst við at krydra ymisk sløg av skrúum og ostaringum. Men bakarayrkið dró.
Av teimum trimum er tað er Brynjálvur, sum er útlærdur bakari og stendur fyri bakariínum. Brynjálvur sigur, at hann byrjaði at læra til bakara á Tvøroyri í 1983, men gjørdi seg lidnan hjá Helga Thomsen bakara í Gøtu í 1987, og síðan hevur bakarayrkið verið mítt, so gott sum alla tíðina.
- Eftir lærutíðina fór eg til Fuglafjarðar at arbeiða á bakaríinum har, og síðan fór eg umborð á Norrrønu í eitt ár, sum bakari. Mær longdist eftir at koma í land, og síðan fór eg til bakaríið hjá Miðberg í Saltangará, sigur Brynjálvur, sum partvís er uppvaksin á Tvøroyri.
- Suðroyingum líkt, so dró hugurin aftur til Suðuroyar og í útvið trý ár starvaðist eg í bakaríinum hjá Hauritz í Vági. Vit lærdu saman á Tvøroyri.
Vit spyrja Brynjálv, hví hann júst valdi Bindslev, tí sum vit frá Sosialinum síggja, so er hetta ikki serliga stórt fólkagrundarlag til at reka eitt bakarí.
- Hugskotið sum so ikki er nýtt, vit hava tosað um tað eina tíð, men tá beiggi mín Tom, eisini var hugaður at verða við í ætlanini at seta á stovn eitt bakarí, so fóru vit at leita eftir einum leigumáli í økinum, men einasta skilagóða leigumál, vit funnu, var her. So mugu vit heldur koyra vøruna út um neyðugt, og tað gera vit.
Brynjálvur leggur afturat at beiggin, Tom, er uppilagstur sjómaður, seinastu tjúgu árini hevur hann siglt sum kokkur við donskum skipi. Vit hildu, at vit báðir fóru at vera eitt gott team saman við konuni at dríva bakaríið, og tað hevur tað eisini gjørt.
- Tom, hann fæst einamest við tær sukursøtu sakirnar á bakarínum, í meðan Brynjálvur bakar breyðini.
Tom sigur, at allar uppskriftirnar eru føroyskar, tí Brynjálvur hevur arbeitt so nógv ár á føroyskum bakaríum, at tað liggur líka sum í bakhøvdinum, at alt skal verða føroykst, men okkurt er tó danskt, okkurt vit sjálvir gera.
Selja meira um summarið
- Áðrenn vit byrjaðu, fingu vit at vita, at tann stóra sølan ikki er um veturin, men heldur um summarið. Nú summarið tekur dik á seg, rokna vit við einum uppsvingi í søluni, sigur Jette, sum serliga røkir sjálvan handilin.
- Vit selja føroyskt bakað rugbreyð til SuperSpar á Margretevej 1 í Hirtsals, leggur hon afturat, men vit kanna alla tíðina, um vit skulu fara í samstarv við aðrar handlar og provianthandlarar til skipini.
Brynjálvur leggur afturat, at tað er strævið at hava bakarí í Danmark, tí heilsumyndugleikarnir seta harðar treytir. Teir koma á vitjan rættuliga ofta og óvæntað, men higartil hava teir ikki setti fingurin á nakað sum helst. Hann skoytir upp í, at danir koyra við eini ”smily” skipan, og at Sundbæks bageri longu tríggjar vikur eftir at tey tóku yvir fingu hægstu góðkenning.
Nú vit sita í góðveðrinum í bakgarðinum og eru um at enda samrøðuna, sigur Tom svágur Jette, at hon ikki bara er dugnalig handilskvinna, nei hon dugur sera væl at spæla guittar og hevur givið eina fløgu út.
Jette, sum er sera lítilátin flennur at tí Tom sigur. Hon leggur afturat, at fløgan sum so ikki var ætlað at geva út, men ein vinkona hennara bleiv sera sjúk, so hon fór at yrkja eina sang til hennara og hetta bleiv til fleiri sangir og til fløguna, sum kom at eita Savalimmiut, sum merkir Føroyar, og sum seldi heilt væl.
Vit takka fyri kaffi og góðu køkurnar og hugnaligu løtuna í bakgarðinum, men fyrst vilja vit tryggja okkum eitt føroykst rugbreyð, áðrenn vit fara úr Sundbæks Bageri í lítlu bygdini Bindslev.