Brynhild Thomsen í »Kvindernes Blå Bog«

Hennara stríð fyri javnstøðu og rættvísi hevur tryggjað Brynhild Thomsen, blaðstjóra á Dimmalætting, pláss í »Kvindernes Blå Bog« yvir týdningarmiklar kvinnur Kvindernes Blå Bog heiðrar kvinnum, sum hava gjørt seg serliga galdandi í javnstøðuspurningum og í royndini at skapa ítøkiligar broytingar í siðbundnum kynsfatanum.

Í grundgevingini fyri at lata Brynhild Thomsen pláss í Kvindernes Blå Bog verður millum annað víst á hennara royndir at broyta siðbundna, mansdomineraða familjumynstrið í føroyska samfelagnum, har átrúnaðarligar og moralskar kreftir ofta viga tungt.

- Hon er ein eldsál, bæði tá tað ræður um fosturtøkuspurningin og rættindi hjá teimum samkyndu. Og tað krevur dirvi at ganga á odda í slíkum spurningum í Føroyum, sjálvt um tú ert professionellur journalistur, verður sagt.

Eisini verður nevnt, at íkastini hjá Brynhild Thomsen høvdu sera stóran týdning fyri úrslitið av orðaskiftinum um 266 b.

Brynhild Thomsen er triðja føroyska kvinnan, ið sleppur við í Kvindernes Blå Bog. Hinar báðar eru Annita á Fríðriksmørk og Turið Debes Hentze, sum komu við í ávikavist 2007 og 2008.

Hetta er triðju ferð Kvindernes Blå Bog kemur út í eini roynd at bøta um vantandi javnvágina millum kvinnur og menn á listanum yvir týdningarmiklar persónar í kendu Kraks Blå Bog.

Tá bind 100 av Kraks Blå Bog kom út herfyri, vóru enn bert 15 prosent kvinnur.

Út við 100 kvinnur eru nú við í Kvindernes Blå Bog, sum bara umfatar kvinnur.

Tað er deildin fyri javnstøðu og útbúgving hjá danska fakfelagsskapinum, LO, sum gevur út Kvindernes Blå Bog