Brynhild tekur við eftir Sølva

Hósdagin 1. september verður móttøka í hølunum hjá Ferðslutrygd.

Í sambandi við stjóraskifti verður móttøka hósdagin 1. september frá kl. 15-17 í hølunum hjá Ferðslutrygd í Tungugøtu. 4, har høvi verður at hitta fráfarandi stjóran Sølva Reinert Hansen og nýggja stjóran Brynhild Høgnadóttir.

Brynhild er útbúgvin verkfrøðingur og hevur seinastu 10 árini arbeitt sum verkætlanarleiðari í BankNordik. Hon skal standa á odda fyri arbeiðnum hjá Ferðslutrygd við hugburðsbroyting, upplýsing og menning av tilvitanini um eina trygga ferðslu. Sølvi Reinert Hansen er farin í starv sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu.