Brynhild og Rannvá fingu silvur

Oyggjaleikir: Systrarnar, Brynhild og Rannvá Djurhuus Carlsson, hava akkurát tapt finaluna í tvímansleiki hjá kvinnum í badminton ímóti Cristen Callow og Kimberley Clague frá Isle of Man.

Dysturin endaði 2-0 til tær av Isle of Man, sum vunni 21-19 og 21-14, har Brynhild og Rannvá helst serliga iðra seg um fyrsta sett, tí har vóru tær á odda alla tíðina, heilt upp til 19-18, áðrenn hinar fingu fast og hálaðu settið inn.

Í øðrum setti gekk einki, tí har fingu Callow og Clague beinanvegin góða byrjan og megnaðu at økja allan vegin, so tað til síðst bleiv ein sannførandi finalusigur.

Men Brynhild og Rannvá Djurhuus Carlsson fáa silvur, sum er higartil besta heiðursmerkið á hesum leikunum hjá badmtinton, sum frammanundan hevur vunnið tvey bronsuheiðursmerki.

Eisini hava Hilmar Kass Jacobsen og Flóvin Skaalum Mikkelsen tapt 0-2 fyri einum pari av Menorca í bronsufinaluni í tvímansleiki. Settini endaðu 13-21 og 19-21.