Tann hond, sum kveikti grúgvuglóð
til verka er ei meir,
hon var for heim og hús so góð,
hon tænti fyri fleir.
Tann hond, sum vøgguni gav lív
og reiddi fyrsta beð,
nú hvílir hon so stird og stív,
nú sál fór sæl sín veg.
Tann hond, sum kíndi tár av kinn,
so barn á kúri vann,
nú veik og trilvandi fann inn,
har sælu sjálv hon fann.
Tann hond, sum altíð ugga gav
og troyst so manga stund,
og børnum sínum lívið vav,
nú meir ei hevur skund.
Tann hond, sum altíð virkin var
for barnabørnum við,
teim smáu fyrr mangt plaggið bar,
nú gomul hon bant frið.
Um hond ei meir til dagsverk stóð,
men still í fangi lá,
tó ommubørnum var hon góð,
tá yatzy stóð á skrá.
Um hond av elli viknað var
til dagsins verk við borð,
so minnið skert tó okkum bar
so mangt eitt fyndarorð.
----
Tú kona, mamma, omma góð
og vermóðir vár við,
tú kær for okkum øllum stóð,
nú tú fanst sælan frið.
Tú vart tann sól, sum lýsti bjart,
tá skýggj á lofti var,
tá sortar gjørdu lívið svart,
tín glæma mangan bar.
Nú fúnað var títt foldarfar
á ævinleikans kós,
nú Harrans hond tín anda bar
um sýn í annað ljós.
Vit takka tær for alt títt lív,
hvørt fet, hvørt foldarstig,
sum omma, mamma og sum vív:
“Vár Besta, hvíl í fríð”.
------------
Vit, øll tíni