Brynhild fingið legat

Brynhild Næs Petersen úr Fuglafirði hevur fingið stuðul frá Dansk-Færøsk Kulturfond til eina námsferð.

Nevndin í Dansk-Færøsk Kulturfond hevur gjørt av at lata Brynhild Næs Petersen úr Fuglafirði "Dansk-Færøsk Samfunds Studierejselegat" fyri 1998 til eina námsferð til Danmarkar.

Samsvarandi legat er latið Jakob Seerup, stud. mag. úr Keypmannahavn til eina námsferð til Føroya.

Grunnurin upplýsir, at umsóknir til Dansk-Færøsk Kulturfond í framtíðini bert verða viðgjørdar eina ferð um árið. Næstu ferð nevndin tekur avgerð um, hvør fær stuðul ella legat, verður 30. august 1999 og freistin at senda umsókn er 1. juni næsta ár.