Brynhild er úr Vági, dóttir Ragnhild, f. Nicodemussen, ættað úr Skálavík og Andreas Djurhuus, ættaður úr Porkeri.
Hon tók preliminerprógv í Vági í 1960, og varð útlærd sum skrivstovukvinna í 1963. Hon stóð í læru hjá P/F Shell á Viðarnesi í Havn.
Hon hevur m.a. arbeitt á Fornminnissavninum 1970-80, á Dansk Sygeplejeråd Føroya deild 1980-85 og á Sendistovuni frá 1985. Hon hevur eisini merkonomútbúgving.
Brynhild eigur tríggjar døtur: Dagny er sjúkrasystir og arbeiði sum narkosusjúkrasystir á Odense Universitetshospitali, hon er gift við Viggo Joensen úr Havn. Anna arbeiðir sum barnagarðspedagog, hon er gift við Páll Arge úr Havn, tey búgva í Asserbo og hava eisini "Asserbo kro", yngsta dóttirin, Kára, lesur á Københavns Universitet.
Brynhild eg í dag gift við Niels Christiansen.









