Brynhild er ættað av Viðareiði. Foreldrini vóru Sára, ið var ættað av Skælingi og Olaf, ið var ættaður av Viðareiði. Sára og Olaf giftust í 1910 og búsettust á Viðareiði. Sára andaðist longu í 1928, og øll árini hon búði á Viðareiði var hon bert einaferð aftur og vitjaði heimbygdina Skæling. Soleiðis vóru ferðaumstøðurnar tá í tíðini.
Brynhild er triðja barnið í einum systkinaflokku uppá seks. Hini systkini vóru Haldur Olafsson (f. 1912), Arni (f. 1914), Herborg Gunnarsson f. 1918, Solveig Joensen f. 1920 og Heini Svarthamar f. 1922. Umframt Brynhild er Solveig framvegis á lívi.
Í 1939 giftist Brynhild við Stefan, ið eisini var ættaður av Viðareiði. Fyrstu árini búðu tey á Viðareiði, men í 1948 fluttu tey til Klaksvíkar, har tey bygdu á Gerðareiði.
Brynhild og Stefan fingu 6 børn, og sum hjá so mangari føroyskari konu miðskeiðis í farnu øldini, so var tað leikluturin hjá Brynhild at hava ábyrgdina av børnunum og heiminum, meðan maðurin stóran part av tíðini var burturi á føroyskum og stundum útlendskum kjøli.
Stefan andaðist í november 1999, fáar dagar eftir at tey høvdu hildið diamantbrúdleyp. Tey høvdu sína trúgvu gongd í samkomuni í Betesda og vóru hollir stuðlar hjá Zarepta á Vatnsoyrum. Gestablídni, gudsótti og friður eyðkendu hesi fyrimyndarligu hjúnini, ið vóru eitt prýði fyri Klaksvíkar bý.
Hóast Brynhild nú hevur rokkið teimum 90 er hon framvegis gløgg, skilagóð og áhugaverd at koma á tal við. M.a. hevur Óli Jacobsen á FF blaðnum prentað nakrar sera áhugaverdar samrøður við Brynhild.
Tvey av børnunum hjá Brynhild eru ikki okkara millum longur. Jóhannes, sum var føddur í 1940, druknaði á Vánni í Klaksvík í 1968. Sára, sum var fødd í 1944, doyði av sjúku í 2000. Hini børnini, Árni, Elsa, Olav og Símun búgva øll í Havnini.
Brynhild eigur 15 ommu- og 7 langommubørn.
Føðingardagurin verður hildin í Skálanum í Klaksvík, har vælkomst er frá kl. 16.










