Nú tú fyllir fimmti, vilja vit bert koma við eini heilsan til tín, tú ert ein góð kona, mamma, omma og systir. Bryngerð er ættað úr Klaksvík, hon eigur ein beiggja, tey eru ættað úr Gerðum í Klaksvík og av Morkranesi. Hon er úr góðum bergi brotin. Vit giftust í 1977 og búðu í Klaksvík til 1979, tá vit fluttu til Fuglafirðar og í 1986 til Kambsdal.
Sum 13 ára gomul byrjaði hon at arbeiða í handlinum hjá mostir síni og partvís í einum øðrum handli, skamt frá har sum hon búði sum genta. Hetta gjørdi hon, til hon var liðug við 10. skúlaár. Síðan gekk hennara leið til handilsskúla í Klaksvik og síðan til Havnar, tá var handlsskúlin um kvøldið. Alla hesa tíðina hevði hon eisini arbeiði í handli.
Eftir at vit fingu eina dóttir, fór hon sjálv undir at dríva handil í Fuglafirði, tað var ein grill við meira. Hendan konan er so væl umtøkt við sínum grillmati, at eg havi sjálvur hoyrt, at grillin í Fuglafirði hevur tann besta grillmatin, ja líka í Suðuroynni hava fólk úttala seg. Mangir Fuglfirðingar siga tað sama um grillina hjá henni.
Ein megnar kvinna tað kunnu vit ásanna, man plagar at siga, at dreingir ofta velja sær eina konu, ið er sum mamman, tað kan eg sjálvur játta, at eg havi fingið eina konu sum er sum mamma mín. Tær fylla eisini dag um dag. Til síðst skulu tit Fuglfirðingar hava eina stóra tøkk, so vinarlig tit eru móti konuni og okkum øllum. Tit eru altíð blíð og fyrikomandi, sigur hon, tá tit vitja í grillini og handla, ja hettar fløvar hjartað.
Tillukku okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma og systir, Gud vælsigni teg framyvir.
Vit í húskinun hjá tær
Ingi Andreasen
Kambsdal