Bryne spælir Play Off dyst um uppflyting 25. november

Bryne má vinna fimm dystir fyri at tryggja sær uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina

Bryne sum hevur Noah Mneney og Rógva Baldvinsson í hópinum endaði á einum sætta plássi í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað merkir, at Bryne sleppur at spæla Play Off dystir um rættin at flyta upp í bestu norsku fótbóltsdeildina. 

 

Bryne má vinna fyrst dyst móti nummar fimm, Start Kristiansand fyri at sleppa at spæla móti nummar fýra, Kristiansund. Vinna teir eisini tá spæla teir móti nummar trý, Kongsvinger um rættin at spæla móti triðniðasta liðnum í bestu deildini. So tað er ein langur og krókutur vegur hjá Bryne at vinna sær uppflyting til bestu deildina.

 

Av tí, at Bryne endaði sum nummar seks í deildini mugu teir spæla Play Off dystin móti nummar fimm, Start Kristiansand á útivølli.

 

Norska fótbóltssambandið hevur sett Play Off dystin millum Start Kristiansand og Bryne at vera leiktan leygardagin 25. november klokkan 13.