Bryne skal spæla Play Off dystir um uppflyting

Fredrikstad endaði kappingarárið við einum heimasigri

Stóri spenningurin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag var um liðið, ið hevur Noah Mneney og Rógva Baldvinsson í hópinum, Bryne fór at megna at vinna seg upp á sætta plássið, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist hjá Bryne, men tíverri uttan nakra spælitíð til Noah og Rógva. Bryne vann 1-0 á Raufoss á útivølli. Christian Landu-Landu skoraði sigursmálið tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Samstundis snávaði Sogndal heima móti Mjøndalen. Dysturin í Sogndal endaði við javnleiki 1-1, og so endaði Bryne á einum sætta plássi.

 

Bryne endaði á 44 stigum, meðan Sogndal endaði á 43 stigum. 

 

Bryne má vinna fyrst dyst móti nummar fimm, Start Kristiansand fyri at sleppa at spæla móti nummar fýra, Kristiansund. Vinna teir eisini tá spæla teir móti nummar trý, Kongsvinger um rættin at spæla móti triðniðasta liðnum í bestu deildini. So tað er ein langur og krókutur vegur hjá Bryne, men nú hava teir so møguleikan.

 

Liðið sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, og sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand H. Olsen á liðnum, Fredrikstad endaði kappingarárið væl við einum 1-0 sigri á Jerv. Oscar Aga skoraði sigursmálið tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Tað var útselt á leikvøllinum hjá Fredrikstad í dag, nú so mong vildu síggja Fredrikstad lyfta steypinum. Ein stór uppliving fyri Mikkjal, Brand og Jóannes. 

 

Fredrikstad endaðu á 64 stigum á fyrsta plássinum, seks stig frammanfyri sensasjónsliðið, KFUM Oslo sum eingin spáddi at flyta upp í bestu deildina. Spennandi verður at fylgja føroyingaliðnum í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF endaðu kappingarárið við einum 0-2 tapi móti Åsane á útivølli. Sandnes endaði á einum ellinta plássi við 37 stigum.

 

Gullbrandur hevur fingið nógva spælitíð hetta kappingarárið. Nú kann hann hugsavna seg um U21 EM-undankappingardystin móti Grikkalandi á útivølli komandi hósdag klokkan 14.