Bryne helt vón í lítlu uppflytingarvónini

Bryne er fýra stig frá sætta plássinum, ið gevur Play Off dystir um uppflyting

Nú bert trý umfør eru eftir at leika í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hevur liðið hjá Rógva Baldvinsson og Noah Mneney, Bryne enn eina lítla uppflytingarvón.

 

Bryne vann í dag 1-0 á Skeid Oslo á heimavølli. Sigursmálið skoraði Sjur Torgersen Jonassen tá 86 minuttir vóru leiktir.

 

Rógvi spældi allan seinna hálvleik, meðan tað tíverri ikki var nøkur spælitíð til Noah í dag.

 

Bryne hevur 38 stig á áttanda plássinum. Bryne hevur fýra stig upp til Sogndal og Start Kristiansand, ið hava 42 stig á ávikavist sætta og fimta plássinum. Liðini sum enda millum nummar trý og seks spæla Play Off dysti um uppflyting.

 

Komandi sunnudag spælir Bryne á útivølli móti júst Start Kristiansand.