Bryggjudansur í Vágsbotni í kvøld

Bátafelagið í Havn skipar í kvøld fyri »dans på brygga« framman fyri felagshølunum undir Bryggjubakka

 

Nú næturnar eru styttur burtur í nærum einki, fer Bátafelagið í Havn aftur at skipa fyri dansitiltakinum, »Dans på bryggen«, har til ber hjá fólki í øllum aldir at fáa sær ein svingom á bryggjuni í Vágsbotni í Havn.

 

Tiltakið byrjar í kvøld, leygarkvøldið, klokkan 21, og verður dansurin bæði góður og fjølbroyttur, siga fyrireikararnir. Tað verða Jentoft og vinmenn,s um fara at spæla, og Tøkum Lætt skipar nakrar lættar vísur og kanska okkurt kvæði.

 

Men ikki nóg mikið við tí.

 

? Hóast vit fara at brúka nogva orku til at sveima runt dansigólvið, so nýtist ongum at óttast fyri maktarloys. Tí umborð á Tinganesi, sum liggur beint undir bátafelagshúsinum, verður møguleiki at keypa sær vælsmakkandi búffar at styrkja seg við, siga fyrireikararnir.

 

Eisini fæst kaffi, te, sodavatn, vaflur o. a. til matna.

 

Umframt tað verður møguleiki at vinna eina ferð fyri tvey til Bergen og aftur.

 

Í fjør vóru ávísir trupulliekar við toilettviðurskiftunum, men í ár nýtist ongum at stýra fyri tí ? nú verða tey viðurskiftini í lagi.

 

So um veðrið er gott, og fólk í góðum dansihýri, so verður »dansurin á bryggjuni« hesaferð sum seinast: Avbera hugnaligur og skemtiligur, siga fyrireikararnir.