Bryggjubakki stongdur til ólavsøku

Fram til ólavsøku fer ikki at bera til at koyra eftir Bryggjubakka frá Vágsbotni, tí at Tórshavnar býráð fer at gera eina trappu niðan móti Bojsensgarði.

Fram til ólavsøku fer ikki at bera til at koyra eftir Bryggjubakka frá Vágsbotni, tí at Tórshavnar býráð fer at gera eina trappu niðan móti Bojsensgarði.

 

Tað er sum liður í arkitektakappingini um miðbýin í Havn, at hugskotið um at gera eina  uppihaldstrapu á økinum, har Perlan í sínari tíð stóð, kom upp. Í morgin verður farið undirverkætlanina, og í tí sambandi verður vegurin niðan á Bryggjubakka frá Vágsbotni av stongdur - og hann letur ikki uppaftur í bræði – ikki fyrr enn á ólavsøku.

 

Til ta tíð noyðast reynafólk at koyra eftir Avhaldsbrekkuni milllum Gamla Bókhandil og Apotekið fyri at sleppa út á Reyn.

 

Tórshavnar býráð sigur í fráboðan, at í sambandi við at vegurin á Bryggjubakka verður endurnýggjaður, og trappa verður gjørd millum Bryggjubakka, Boysensgarð og Mylnugøtu, verður Bryggjubakki stongdur frá Vágsbotni til Bringsnagøtu frá týsdegnum 7. apríl kl. 08.00 og til á ólavsøku.

 

Í hesum tíðarskeiðinum fer øll ferðsla út á Reyni eftir Húsabrúgv.

 

Talan er um eina uppihaldstrappu, ið er staðsett á tríhyrninginum, millum Mylnugøtu, Bryggjubakka og Bojsensgarð og kemur hon millum annað, at binda økið framman fyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni saman. Tað er økið, har Perlan stóð í sínari tið.

 

Trappan er eitt av átøkunum hjá Zeta-Architects , ið fingu 1. virðisløn í hugskots- og prosjektakappingini  um miðbýin í Tórshavn, 2014.

 

Vegurin Bryggjubakki og brekkan niðaná, verða dagførd og skuldi hetta bøtt um umstøðurnar, bæði hjá gangandi og koyrandi ferðslu.

 

Umframt uppihaldstrappuna og vegin, verður ætlandi byrjað upp á arbeiðið at byggja upp í bygningin hjá Poul Hansen á  Bryggjubakka 4- 8.

 

Tórshavnar Kommuna hevur fyrr boðað frá, at trý tilboð komu inn at gera uppihaldstrappuna, og Býráðið valdi at taka av bíligasta tilboðnum, sum var frá Sp/F Andrias Berg. Hetta tilboðið var á 2,3 milliónir krónur.

 

Zeta Arkitektar standa enn fyri arbeiðinum at tekna trappuna, og í mun til upprunaligu skitsuna, tá felagið mælti til at nýta ljóst betong, verður nú arbeitt við at byggja trappuna úr føroyskum gróti.