Bryggjaríini skulu sleppa selja egnar vørur

Magni Laksáfoss vil sleppa at gera broytingar í rúsdrekkalógini

Føroysku bryggjaríini skulu fáa møguleikan til at selja alla teirra framleiðslu í egnum sølubúðum. Tað er endamálið við einum uppskot um broyting í rúsdrekkalógini, ið Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, hevur lagt fyri tingið at taka støðu til.


Talan er um fyrsta uppskotið, ið Magni Laksáfoss hevur lagt fyri tingið, síðan hann í vár boðaði frá, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum, tí flokkurin eftir hansara tykki var ov afturhaldssinnaður.


Í viðmerkingunum til uppskotið vísir tingmaðurin á, at løgtingið hevur áður liberaliserað lóggávuna, men at enn eru avmarkingar fyri søluna av rúsdrekka.


- Løgtingið hevur áður broytt rúsdrekkalógina, soleiðis at bryggjaríini kunnu bryggja sterkari øl og rúsdrekka. Henda liberaliseringin hevur givið hópin av nýggjum framleiðslum og hevur breiðkað vøruúrvalið munandi. Bryggjaríini hava tó ikki møguleika fyri at selja allar teirra vørur í egnum sølubúðum, tí framvegis er mark á 5,8 rúmprosent av alkoholi. Við hesi lógarbroyting fáa bryggjaríini møguleika fyri at selja allar teirra framleiðslur í egnum sølubúðum, skrivar tingmaðurin.